- Rørandi hátíðarløta og gleðisrómur var í skúlanum í Sørvági í gjárkvøldið, tá tíggju tilflytarakvinnur í Vágum fingu prógv handað, tí tær hava lokið annað stig í føroyskum sum annað mál. Fyrsta stigið varð lokið fyrr í hesum árinum.
Tað vita tey í Vága kommunu at siga í dag.
Tær tíggju kvinnurnar, sum allar búgva í Vágum, eru úr sjey ymiskum londum, nevniliga Meksiko, Venesuela, Peru, Tailandi, Filipsoyggjum, Fraklandi og Serbia.
- Undirvísari hevur verið Petra Olsen, og tað fekst sjón fyri søgn, at samstarvið millum luttakarar og undirvísara hevur verið avbera gott og gevandi fyri báðar partar - ja, fyri allar partar.
Víst verður á, at flokkurin hevur ment seg til at vera ein væl samansjóðað eind við góðum trivnaði, og luttkararnir hava tikið seg nógv fram í føroyskum og vildu tí vísa undirvísaranum heiður við blómum og gávum á hátíðarløtuni í gjárkvøldið.
- Talan er um fyrsta flokkin í Vágum, sum hevur lokið fyrsta og annað stig, eftir at avtala varð gjørd millum Tórshavnar Kvøldskúla og kommunurnar í Vágum í september í fjør um undirvísing fyri tilflytarum.
Í Vága kommunu siga tey, at samstarvið er liður í eini størri heildarætlan um sameining, integratión. Endamálið er at fáa tilflytarar at trívast og kenna seg sum javnsettar partar í føroyska samfelagnum.
- Í hesari stremban er føroyska málið ein týðandi og púra avgerandi liður, og tí fegnast kvøldskúlin um at kunna veita tilflytarum henda møguleikan at ogna sær førleikar í føroyskum, sigur Jógvan Sørin Hansen, skúlaleiðari í Tórshavnar Kvøldskúla.
Hann vísir á, at tað hevur stóran týdning at duga málið.
- Tí er tað umráðandi, at vit læra frá okkum við hollari undirvísing, men eisini tosa so nógv føroyskt sum gjørligt við tilflytararnar. Tað er vegurin fram at læra málið, sigur hann.
Føroyskt sum annað mál er skipað í tøttum samstarvi millum Tórshavnar Kvøldskúla, Mentamálaráðið og Undirvísingarstýrið.
- Undirvísingin er skipað í trimum stigum eftir evropeiska CEFR-stiganum. Tað merkir í stuttum, at útbúgvingin er førleikamennandi og gevur atgongd til víðari lestur, verður lagt aftrat.