- Eg havi stevnt Fiskimálaráðnum at viðurkenna, at grindalógin er ógildug, tí Løgtingið hevur ikki lóggávuvald at seta nýggjar reglur í gildi í løgtingslóg um virksemi hjá politinum, sum snúgva seg um inntriv mótvegis persónum og lutum.
Tað skrivar Henrik Weihe Joensen, ráðgevi í trygdar-, verju- og tilbúgvingarmálum, í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum í dag.
Tað sum serliga hevur fingið ilt í Henrik Weihe Joensen, er at lógin avmarkar grundlógartryggjaði rættindi.
- Fiskimálaráðið hevur gjørt uppskot til grindalógina, og serliga §§ 10 og 11 í lógini í tøttum samstarvi við Fútan og hansara ákæruvald. Hesar ásetingar avmarka rættindi hjá borgarum munandi – frælsis- og mannarættindi, ið eru grundlógartryggjaði, skrivar Henrik Weihe Joensen.
Harumframt vísir Henrik Weihe Joensen á, at sambært hansara tykki, so hevur løgtingið ikki heimild til at samtykkja lógir fyri løgregluna, ið er danskt málsøki.
- Uppáhaldi um, at grindalógin er ógildug kemst av, at §§ 10 og 11 í grindalógini eru tiknar beinleiðis úr donsku politilógini, sum ikki er galdandi í Føroyum. Hetta er brot á yvirskipaðu lógirnar, sum Løgtingið byggir sítt lóggávuvald á, í hesum førinum grundlógina § 3 og fyritreytirnar í heimastýrislógini § 4, yvirtøkulógini § 3 og stýrisskipanarlógini § 1.
- Vónandi sær Løgtingið, Fiskimálaráðið og politiið týdningin av, at stevning nú er latin rættinum – ein stevning, sum grundleggjandi snýr seg um at fáa greiðu á, hvussu langt lóggávumyndugleikin hjá løgtinginum røkkur í mun til at seta nýggjar reglur í gildi fyri virksemi hjá politinum, sum framvegis er felagsmál sambært heimastýrislógini.
Til ber at lesa alt skrivið hjá Henrik Weihe Joensen við at trýsta á her.