Í desembur í fjør var arbeiðsloysið í Føroyum 0,7 prosent. Tað merkir, at hetta seinast hálva árið hevur arbeiðsloysið staðið í stað, tí nú hevur tað verið 0,7 prosent síðani í juni í fjør, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Fyri einum ári síðani, í desembur í fjør, var tað 0,8 prosent. Yvirhøvur hevur arbeiðsloysið verið sera lágt í fleiri ár, tí seinast tað var yvir fýra prosent, var í apríl í 2014, og síðani í mai í 2018 hevur tað verið undir tvey prosent.
Hetta merkir, at í desembur í fjør vóru 222 fólk fulltíðararbeiðsleys. Í apríl í 1995, vóru yvir 3.000 fólk arbeiðsleys. Vanliga hava tað verið fleiri kvinnur, sum hava verið arbeiðsleysar enn tað hava verið menn, men hesar seinastu mánaðirnar eru arbeiðsloysi púra javnt býtt ímillum menn og kvinnur.
Hinvegin vísir uppgerðin hjá Hagstovuni eisini, at tað er rættiliga ymiskt, hvussu hart ymisk øki í landinum er rakt av arbeiðsloysi.
Sandoy og Suðuroy eru í eini serstøðu, tí tey eru nógv ringast fyri við tað, at har er arbeiðsloysið 1,5 prosent. Í Vágum er arbeiðsloysið lægst og har er tað bara 0,3 prosent. Í Eysturoy er arbeiðsloysið 0,4 prosent og í Norðoyggjum er tað 0,5 prosent. Í Norðstreymoy er tað 0,6 prosent og í Suðurstreymoy er tað 0,9 prosent, sigur Hagstovan.