Tá In.fo vitjaði Sørvágs kommunu fyrr í ár, vóru vit ein túr niðri á havnalagnum, har borgarstjórin, Sune Jacobsen, vísti okkum runt.
Tá vit stóðu við gomlu træbryggjuna, segði borgarstjórin, at ætlanin var at umvæla bryggjuna, sum er í ringum standi - og at arbeiði skuldi bjóðast út í mánaðinum eftir.
Orðini hjá borgarstjóranum hildu. Træbryggjan varð boðin út, og í vikuni undirskrivaði Sørvágs kommuna sáttmála við Articon um umvælingina.
Tað vóru Sune Jacobsen og stjórin í Articon, Jón Sigurðsson, sum vegna ávikavist kommunu og byggifelag, ið settu síni nøvn undir sáttmálaskjalið.
Sune Jacobsen sigur, at umvælingararbeiðið fer at kosta slakar fýra miljónir krónur, og ætlanin er, at arbeiðið skal byrja eftir summarfrítíðina.
- Gamla træbryggjan er frá 1966. Hon hevur soleiðis hálvthundrað ár á baki og hevur tænt fyri seg, sigur borgarstjórin í Sørvágs kommunu.