Hevur stórt álit á arbeiðsbólkinum

Karsten Hansen fekk í gjár handað álitið hjá arbeiðsbólkinum um Diabetisheildarætlan fyri Føroyar, og hóast Karsten Hansen, heilsumálaráðharri, ikki hevur havt høvi at lisið tað framman undan, hevur hann stórt álit á limunum í arbeiðsbólkinum

Diabetisheildarætlanin kom í kjalarvørrinum av átakinum hjá Fólkaheilsuráðnum.
- Eg fór beinanvegin undir eina heilsunýskipan so at fyribyrging skuldi koma í hásætið, heldur enn at viðgera, tá fólk vóru blivin sjúk. Eg eri so komin eftir, at diabetis er ein hóttan ikki bert móti føroyingum, men ímóti øllum heiminum í dag, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Hann setti sær tí fyri, beinanvegin at gera nakað við málið.
- Eg setti so frægastu serfrøðingarnar, vit eiga, at gera eina heildarætlan, og tað er hana, eg havi fingið handað í dag soleiðis, at politiski myndugleikin kann fara at føra út í lívið tey tilmæli, sum bólkurin er komin til, sigur Karsten Hansen.
- Tað inniber millum annað, at fólk í nærsamfelagnum kunnu koma til eftirlit, soleiðis at sjúkan kann verða hildin undir eftirliti alla tíðina, um tú hevur fingið hana, sigur Karsten Hansen.
Landsstýrismaðurin hevur ikki sæð álitið framman udan, og kann tí ikki úttala seg ítøkiliga um tey tilmæli, ið arbeiðsbólkurin hevur sett fram.
- Eg havi jú tosað við hesi fólkini framman undan í sambandi við, at arbeiðið byrjaði, og mín kensla er, at tað, tey søgdu seg vilja arbeiða við framman undan, og hvat teirra íkast fór at vera, legði upp til, at tað fór at vera ein rættilig góðska í tí, tey løgdu úr hondum, sigur Karsten Hansen.
Tí hevur hann eisini eitt stórt álit á, at hesi tilmælini kunnu gjøgnumførast.

Tilmælini sett í verk
Hann undirstrikar, at hann hevur ikki lisið álitið enn, men at talan er um 18 tilmæli.
- Eg eri sannførdur um, at hetta fer at gerast ein sukse. Sjálvandi, summi av tilmælunum kosta pengar, men eg havi sum nevnt ikki lisið, hvat mælt verður til. Eg kann ætla, at summi taka tíð, og eg kann ikki ímynda mær, at alt verður sett í gongd í senn, sigur Karsten Hansen.
Eitt nú má útbúgvingin raðfestast, so starvsfólk eru til reiðar at taka ímóti avbjóðingini.
- Men eg ivist onga løtu í, at tilmælini verða sett í verk, spurningurin er bara nær, sigur Karsten Hansen.
Farið verður nú undir fíggjarlógararbeiðið fyri komandi ár.
- Tað er mín skylda at syrgja fyri, at tað sæst aftur, at vit ætla nakað við hesum álitinum. Í hinum endanum eru pengarnir. Samfelagið hevur brúk fyri frískum fólkum fyrst og fremst, og vit skulu taka okkum av teimum, sum ikki eru frísk. Men tað, at hjálpa fólki at varðveita eitt gott lív, er okkara skylda, og tað fara vit at gera nakað við, sigur Karsten Hansen.
Hann veit ikki, hvat tað fer at kosta í fyrsta enda.
- Men í hinum endanum, tað, at fólk verða virkin á arbeiðsmarknaðinum, og hava eitt gott og virkið lív, kemur ikki bara væl við peningaliga, men tað er eisini nógv góðska í tí fyri samfelagið, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.