- Umstøðurnar hjá sjúklingum, sum hava brúk fyri endurvenjing fara at batna.
Tað ivast Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna-og heilsumálum, ikki í.
Og tað eru uttan iva góð tíðindi hjá øllum teimum 5000 føroyingunum, sum hava brúk fyri endurvenjing í størri og minni mun.
Í fjør fekk landsstýrismaðurin eitt álit við nógvum tilmælum í um, hvørji tiltøk skulu setast í verk fyri at fáa eina munagóða endurvenjing til sjúklingar, sum hava havt heilabløðing, blóðtøpp í heilanum, ella sum hava aðrar varandi sjúkur.
Og nú ætlar Heilafelagið at strongja á, fyri at fáa nakað at henda á økinum, tí støðan er heilt vanlukkulig.
Kann onki lova
Og stendur tað til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, fer eisini eitthvørt at henda á økinum.
- Eg setti sjálvur arbeiðið í verk at gera eitt álit fyri at vita, hvørji tiltøk skulu setast í verk, sigur hann.
Hann leggur afturat, at endamálið við at gera álitið er eittans og tað er, at nakað skal henda á økinum.
Í November í fjør fekk hann eitt álit við nógvum tilmælum í og hann leggur dent á, at hann ætlar at fylgja teimum tilmælum, sum eru í álitinum.
Men hann kann onki lova um, nær nøkur tiltøk verða sett í verk.
- Tað veldst alt um tann politiska viljan og hvørjar raðfestingar, samgongan semist um, sigur hann.
Kortini ivast hann ikki í, at framstig verða gjørd á økinum í næstum, tí samgongan hevur enntá felt tað í sjálvt samgonguskjalið, at bøtast skal um umstøðurnar til endurvenjing.
Hann sigur kortini, at í ár verða ikki umstøður at gera nakað, tí tað er so langt útliðið.
- Alt hetta skal ígjøgnum eina politiska viðgerð og hon er ikki byrjað enn, sigur hann.
Men skjótt verður farið undir fíggjarlógina fyri næsta ár og tað fer tann politiski viljin at vísa seg, leggur hann afturat.
Hann sigur sostatt, at nú nýtt landsstýrið er skipað, fer hann at taka málið uppaftur.
Annars fer hann at mæla til at seta eina tíðarætlan upp fyri at nær tey ymsu tilmælini í álitinum skulu setast í verk.
Hvussu langa tíð, vit tosa um kann hann onki siga um, tí tað veldst um, hvussu tann politiska raðfestingin verður.
Hann vísir á, at tað eru eisini nógvar aðrar raðfestingar, sum skulu gerast á øllum økjum og hetta skal so verða ein partur av teirri raðfestingini.
Kortini er tað neyðugt, at nakað skal henda á økinum og tí skal hetta heldur ikki taka allar ævir, leggur hann afturat.
Fyrsta stigið verður at seta eind í Nærverkinum at leggja eina endurvenjingar ætlan til rættis og tað ætlar hann at gera í ár.
- Tað eru so nógv tilmæli í álitinum, at tað er neyðugt at skapa okkum eitt útgangsstøðið fyri at vita, hvar vit skulu byrja og í hvørjari raðfylgju, tey ymsu tiltøkini skulu setast í verk og tað skal hendan eindin í Nærverkinum leggja til rættis, sigur Hans Pauli Strøm.