Hevur sprongt øll met

Línuskipið Klakkur hevur sprongt øll veiðimet í ár, sum føroyskur línubátur, ið hevur fiskað fyri 33 miljónir krónur í eitt ár.

Línuskipið Klakkur hevur helst sett øll veiðimet í ár, sum føroyskur línubátur, ið hevur fiskað fyri 33 miljónir krónur í eitt ár. Tað hevur neyvan nakar føroyskur línubátur nakrantíð gjørt áður.

 

Tá hugt verður í yvirlitið yvir veiðihagtøl hjá Fiskiveiðieftirlitinum, sæst, at frystilínuskipið Kambur liggur ovastur í veiðivirði í ár við stívliga 30,7 miljónum krónum. Á øðrum plássi liggur Klakkur við stívliga 27 miljónum krónum.

 

- Jú, tað er rætt, at vit hava fiskað fyri góðar 30 miljónir krónur í ár, sigur skiparin á Kambi, Mortan Mortensen.

 

Men, leggur hann aftrat. 

 

- Eg veit, at tølini hjá Klakki ikki eru dagførd. Eg havi tosað við skiparan á Klakki í dag, Líggjas Johannesen. Hann sigur, at hjá teimum mangla nakrir túrar, sum ikki eru komnir við í uppgerðina.

 

Mortan veit at siga, at veiðivirðið hjá frystilínuskipinum Klakki í ár liggur um 33 miljónir krónur, og tað er eitt sera gott ár.

 

- Vit eru eisini væl nøgdir við árið hjá okkum í ár. Hetta er nógv tað besta árið hjá okkum nakrantíð, sigur Mortan Mortensen.

 

Sambært yvirlitinum hjá Fiskiveiðieftirlitinum hevur frystilínuskipið Eivind fiskað fyri góðar 22 miljónir kónur í ár.

 

Tølini skulu kortini takast við fyrivarni, tí tað er ikki vist, at tey eru endaliga dagførd.