Í vikuni, sum fór kom út nýggj fløga við Victor Carlsen, sum nevnist "Gjøgnum alt".
Talan er um eina instrumentalfløga, har Victor Carlsen fagurliga spælir kendar føroyskar tónar, sum "Tá kvøldið kemur" og "Eg elski tær bløðandi hendur", umframt gospelløg og sálmaløg frá teimum skandinavisku londunum, og teimum enskttalandi londunum. Á fløguni eru 10 instrumentalløg.
Á fløguni er Victor væl stuðlaður av amerikonskum tónleikarum, har tikið er upp í einum studio í Baton Rouge í deilríkinum, Louisiana í USA. Eisini hava føroyskir tónleikarar átt sín lut í fløguni, sum fæst kring alt landið.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Victor Carlsen greiða frá fløguni. Á ljóðfíluni hoyrast eisini fimm brotpartar av løgunum, sum eru á fløguni "Gjøgnum alt".