- Hevur so nógvar litir

Hon hevur gjørt um seg innan tónleikalívið í Klaksvík tey mongu síðstu árini. Fyri Steinvør Fonn er tað ein serlig orsøk hjá sær at koma á Summarfestival í ár.

- Eg tími ordiliga væl at hoyra Mika, sigur Steinvør, sum var farin á Summarfestival við familjuni í gjár.

 

- Hann ger ótrúliga góðan tónleik, og røddin hjá honum er heilt framúr. Tað eru fáir, ið duga so væl at syngja falset sum Mika. Mær dámar eisini væl, at hann er so glaður og hevur so nógvar litir í sínum sangi, sigur Steinvør.

 

Steinvør Fonn hevur verið aktiv í tónleikalívinum í Klaksvík í mong ár. Ein tann kendasta verkætlanin hjá henni var kvinnukórið Suð fyri nøkrum árum síðani.

 

Steinvør hevur verið til hvønn Summarfestival, síðan hann var á fyrsta sinni í 2004.

 

- Í ár havi eg einans keypt dagsbillet til hósdag. Eg hevði kanska tímað at hoyrt Flamma og Bros, men umstøðurnar gera, at eg má vera tey upplivilsini fyriuttan, sigur Steinvør.

 

Tað eru mangar góðar konsertir í minninum hjá Steinvør, men ein skarar burturúr.

 

- Konsertin við Rasmus Seebach í 2011 hevur yvirraskað meg mest. Eg væntaði ikki tað stóra, men hann tók meg veruliga á bóli, sigur Steinvør at enda.