Hevur smíðað nakrar túsund líkkistur

Hans Jacobsen Kistur er í dag einasti verkstaður í Føroyum, sum smíðar føroyskar líkkistur.

Seinni í ár eru liðin fýrati ár, síðan Hans Jacobsen, sum býr í Heinagøtu 10 í Havn, stovnaði snikkaraverkstað og byrjaði at smíða føroyskar líkkistur.

 

Tey fyrstu nógvu árini var hann einsamallur um hetta virksemi, men í 1998 byrjaði sonur hansara, Niels Pauli Jacobsen, eisini á verkstaðnum.

 

Bæði Hans og Niels Pauli eru útbúnir snikkarar og hava gjøgnum hesi mongu ár drúgvar royndir á sínum øki og hava smíðað nakrar túsund líkkistur tilsamans.

 

Tað eru teir báðir sum saman reka snikkaraverkstaðið í dag, og øll árini hevur verkstaðurin verið í kjallaranum hjá Hans Jacobsen í Heinagøtu 10 í Havn.

 

Hóast Hans er komin nakað upp í árini, er hann framvegis virkin á snikkaraverkstaðnum við sínum virksemi, sum hann hevur verið ímyndin av øll hesi ár.

 

Hans Jacobsen Kistur er í dag einasti verkstaður í Føroyum, sum smíðar føroyskar kistur. Snikkaraverkstaðurin er veitari av fýra standard sløgum av kistum og í serstøkum føri, tá tørvur er á størri kistu enn vanligt, verður kistan gjørd eftir tørvi.

 

- Hóast fleiri innflytarar eru í Føroyum av útlendskum líkkistum, smíða vit einar 100 føroyskar kistur um árið. Tað merkir, at fólk seta prís upp á okkara handverk, siga teir  feðgarnir, Hans og Niels Pauli Jacobsen.