Hevur smíðað bát úr ølblikkum

Ein 69 ára gamal japani ætlar sær at sigla úr Hawaii til Japan í einum báti, sum hann hevur gjørt úr gomlum ølblikkum. Báturin hevur hvørki motor ella segl

Gongur tað, sum tann 69 ára gamli Kenichi Horie ætlar, fer ferðin úr Hawaii til Japan at taka hálvan triðja mánað. Men hetta er ikki nakar vanligur túrur. Í fyrra lagi hevur hann smíðað bátin úr tómum ølblikkum, og í øðrum lagi er tað hvørki motorur ella segl, men alduorka, sum gevur bátinum ferð.

 

Kenichi Horie er umhvørvisvinur, og ferðir millum Hawaii og Japan er ikki hansara fyrsta "grøna" ferð á sjónum. Í 1992 sigldi hann úr Hawaai til japonsku oynna Okinawa við einum báti, sum sigldi við pedalorku. Fýra ár seinni, í 1996, var hann aftur á ferð, og hesaferð sigldi hann tvørtur um Kyrrahavið bið einum báti, sum sigldi við sólorku. Tann báturin var eisini smíðaður úr ølblikkum.