Hevur skund at finna svarta kassan

Um eina lítla viku gevst tann svarti kassin í Malaysia Airlines-flogfarinum at senda.

Amerikanararnir hava sent eitt serútgjørt skip at leita eftir flogfarinum og kassanum, men skipið verður ikki á leitistaðnum fyrr enn um tríggjar dagar. So tíðin er knøpp, Battaríini í tí svarta kassanum vara bara ein mánað, og flogfarið hvarv tann 8. mars.

 

Avstralski verjumálaráðharrin, David Johnston, sum samskipar leitingina, ásannaði í morgun, at tað verður torført at finna tann svarta kassan. Hann vísti á, at eingi vrakpetti eru funnin, og at eingin veit, hvar flogfarið datt niður. Eydnast tað ikki at hoyra tann svarta kassan, áðrenn hann sløknar, verður neyðugt at leita við ómannaðum kavbátum og sonar-útgerð. Men tað er sera djúpt har á leiðini, og harafturat eru ryggir og fjøll á havbotninum, sum gera tað sera torført at finna nakað.

 

Bæði teir malaysisku myndugleikarnir og avvarandi hjá teimum, sum vóru í flogfarinum, seta sítt álit á, at tann svarti kassin verður funnin, og at hann kann siga, hvat veruliga hendi flogfarinum.