Suðuroyarsiglingin
Stendur tað til Reidar Nónfjall, stjóra á Strandferðsluni, verður nýtt suðuroyarskip bygt, ongantíð ov skjótt.
Hann sigur, at hetta er bæði tí, at í 2005 koma nýggj, altjóða skipakrøv í gildi, sum fara at krevja sera stórar umbyggingar og ábøtur umborð á Smyrli, sum nú er
Men hetta er eisini tí, at Smyril er blivin ov lítil.
? Tað verður týðiligari og týðiligari fyri hvønn dag sum gongur, at Smyril er ov lítil, hvat plássið a biladekkinum viðvíkur, sigur Strandferðslustjórin.
Tað kemur oftari og oftari fyri, at tað ikki eydnast at fáa allan farmin við, so at okkurt stendur eftir, eisini vanligar dagar mitt í viku. Hetta er, hóast Smyril siglur tvær ferðir ímillum Suðuroynna og Havnina hvønn dag, uttan týsdagin, tvs 12 túrar um vikuna.
Reidar Nónfjall vísir á, at hesi seinastu seks, sjey árini er talið á bilum í Føroyum økt eini 25%.
Harafturat kemur tað, at ferðingarmynstrið er broytt so at fólk nú eru nógv skjótari at taka bil við, enn tey hava verið.
?Tí renna vit okkum nú dag og dagliga í tann trupulleikan, at Smyril er ov lítil.
Mitt í 2004
Og gongur, sum Strandferðslustjórin hevur ætlað, verður nýggja suðuroyarskipið liðugt mitt í 2004.
? Skipið er liðugt projekterað og í farnu viku varð ætlanin løgd fyri landsstýrismannin í vinnumálum, Bjarna Djurholm.
Eftir summarfrítíðina, vónandi í august, verður so kunnandi fundur um nýggja suðuroyarskipið fyri Løgtinginum og beint eftir tað, eisini fyri almenninginum.
Samstundis skal ein verklagslóg (anlægslov) gerast og leggjast fyri tingið.
?Hetta er eitt so mikið stórt byggimál, hildið verður at tað er rætt at formskipa tað í eini verklagslóg.
Hetta er samstundis ein lóg, sum skal tryggjað tinginum fult innlit í málið alla tíðina.
? Tá ið allar framløgurnar eru avgreiddar, og viðmerkingar gjørdar, verður skipið projekterað heilt liðugt út í æsir. Tá verður tað rættað, sum kanska er eftir, og sum fer at vísa seg undir framløgunum.
? Tær allarseinstu strikurnar í projekeringini verða ikki gjørdar, fyrrenn allar viðmerkingar eru komnar inn eftir framløgurnar fyri ikki at sita eftir við ósvaraðum spurningum..
Tá ið verklagslógin so eisini er samtykt í Løgtinginum, verður arbeiðið byggja skipið, boðið út og mitt í 2004 skuldi tað helst verið liðugt.
20 skipasmiðjur
Reidar Nónfjall sigur, at Strandferðslan hevur fingið ein lista yvir einar 20 skipasmiðjum kring allan knøttin, sum verða mettar at hava neyðugan førleikan at byggja eitt sklíkt skip sum hetta, á tí støði, sum vit krevja.
Allar hesar skipasmiðjurnar verða so bodnar at geva tilboð upp á arbeiðið. Tá ið tilboðini eru komin inn, verða so nakrar tiknar burturúr, sum at samráðast nágreiniligar við, áðrenn tað endaliga verður gjørt av, hvør skipasmiðja skal byggja skipið.
Tað er sostatt onki avgjørt um, antin skipið skal byggjast í Evropa, ella í Kina, sum tað eisini hevur verið talan um.
Ført hevur verið fram, at skipið kostar einar 305 milliónir at byggja í Evropa, men at tað er 50 milliónir bíligari at byggja tað í Kina.
Nýggi Smyril er 135 metrar langur og siglur 21 míl. Tvs, at tað verður fimm minuttir yvir hálvan annan tíma at sigla ímillum Havnina og Tvøroyri.
Annars eru 30 milliónir settar av fíggjarlógini til skipið í ár, men ætlanin kemur ikki so langt, at tær verða brúktar.
Stjórin á Strandferðsluni vónar nú, at Løgtingsins vilji er líka góður á fíggjarlógunum sum koma, sum tað er á hesari fíggjarætlanini, so at skipið kann byggjast liðugt.