Silvurvinnararnir úr KÍ halda fram við at styrkja um hópin til komandi kappingarár. Tíðindini, sum in.fo fyrrakvøldið metti vera nærum púra viss, váttar formaðurin í KÍ, Tummas Lervig, fyri Norðlýsinum í kvøld – nevniliga, at Albert Adu skiftir til KÍ.
Albert Adu hevur seinastu tvey árini spælt við TB, har hann bæði árini var toppskjútti á liðnum. Í fjør skeyt hann 10 mál í Effodeildini, og í ár skeyt hann 13. Tilsamans hevur hann spælt 51 dystir í TB-blusuni og skotið 24 mál.
Frammanundan hevur KÍ tryggjað sær Dion Splidt úr AB og Hørð Askham úr B36.










