7. mars hevði Jón Nónklett, ið er væl kendur innan róðrarumhvørvið í Føroyum, bæði summarkappróðrinum og inniróðrinum eina spennandi fráboðan á Facebook, har m.a. stóð at lesa:"Í 2006 róði eg mína skjótastu tið á rógvimaskinuni sum var 06:00,3. Hetta er ein góð tíð men tað argaði meg ræðuligt, at eg ikki kom undir magisku 6 minuttirnar sum er ein markapeli hjá rógvarum.
Árið eftir hevði eg ætlanir um enn eina roynd, men so komu áðurnevndu avmarkingar slag í slag.
Eg fekk ein diskus prolabs sum steðgaði øllum ætlanum. Á Ríkissjúkrahúsinum bleiv samstundis konstatera, at pláturnar millum geislarnar eisini vóru slitnar og eg skuldi umhugsað skurðviðgerð hóast eingin trygd var fyri, at tað eydnaðist.
Eg takkaði nei til skurðviðgerð og valdi heldur at royna sum frægast.
Síðani tá havi eg fingið skurðviðgerð í báðum knøum umframt, at eg eisini havi astma.
Nú ljóðar hetta sum ein ræðuligur klagusongur, men tað er tað ikki.
Alt hetta hevur bara gjørt, at eg nú havi sett mær eitt langtíðar mál.
Eg ætli mær at sláa 12 ára gomlu tíðuna hjá mær og rógva undir 6 minuttir í kapping við heimselituna.
Ber tað til? Tað áni eg ikki, og um eg visti so tímdi eg neyvan at royna.
Men um tað eydnast so veri eg helst tann fyrsti í heiminum yvir 40 sum rør undir 6 minuttir uttan at hava gjørt tað sum yngri.
Fyri at røkka málinum havi eg sett 365 dagar av og eg havi fingið kenda bretan, Eddie Fletcher at venja meg gjøgnum árið."
Í fyrrpartssendingini "Sjóðteim" á Rás2 hitti Hilmar Jan Hansen Jón Nónklett á máli, har Jón greiddi frá metinum hann ætlar at røkka.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Jón Nónklett.