Tað eru sera nógvir pengar í umfari í ítróttinum golf, men tað er ikki bara golfvøllir, vinningar, venjarar o.s.fr, ið eru orsøkin til stóru upphæddirnar. Tað er amerikanski Glenn Berger eitt gott dømi um. Hann hevur nevniliga tjent risa stórar upphæddir upp á nakað heilt serligt.
Fyri 14 árum síðani fekk Glenn Berger, sum tá einans arbeiddi hálva tíð, hugskotið um at fara at savna bóltar saman, sum aðrir golfspælarar høvdu sligið í vatnið. Og tá ið hann so hevur fingið loyvi at gera hetta á 34 golfvøllum í USA, so er talan um nógvar bóltar tilsamans.
Berger sigur við USA Today, at hann samlaði ímillum 1,3 mió. og 1,7 mió. bóltar um árið, og at hann seldi bóltarnar víðari fyri ein dollara fyri hvønn. Hesi seinastu 14 árini sigur hann seg hava savnað bóltar fyri næstan 15 milliónir dollarar. Tað er tað sama sum umleið 100 mió. kr.