Hevur savnað inn 175 milliónir

Málið var at savna inn eina góða millión til neyðstødd eftir ódnina Harvey.

Ódnin Harvey, sum herjaði í USA og har um vegir fyri góðari viku síðani, hevur havt stórar skaðar við sær, og hevur higartil kostað 66 fólkum lívið. Texas er serliga illa rakt, og guvernørurin har, Greg Abbott, sigur við Washington Times, at skaðar hava verið fyri áleið 1000 milliardir krónur.


Stórbýurin Houston er ein av teimum harðast raktu býunum, og ein av kendu andlitunum í býnum, JJ Watt, setti alt fyri eitt eina innsavning í gongd. Hann er tann kendasti leikarin hjá Houston Texans, sum er liðið í býnum í amerikonskum fótbólti.


Málið hjá JJ Watt var at savna 200.000 dollarar, men innsavningin hevur gingið nógv betur enn væntað. Í løtuni hevur hann savnað saman 28 milliónir dollarar. Tað svarar til áleið 175 milliónir krónur.


- At síggja hesa kavabólt-effektina, hvussu nógv vælvild er harúti og hvussu nógv fólk vilja hjálpa, tað er bara ótrúligt, segði JJ Watt um innsavningina í sjónvarpssendingini Good Morning America.


Higartil hava 192.000 fólk stuðlað innsavningini hjá JJ Watt. Teirra ímillum hava fleiri kend latið størri upphæddir, eitt nú Ellen DeGeneres, Sandra Bullock, Drake, Kevin Hart, Jimmy Fallon og Kardashian-systrarnar.


Innsavningin hjá JJ Watt, sum eitur Houston Flood Relief Fund, heldur áfram til 15. septembur. Tilber at stuðla henni HER.