Fróði Sigvardsen, handilsmaður, hevur ábyrgdina av tveimum av sølustøðunum, sum Sosialurin hevur kannað: Við 360 á Hjalla og Thomas Dam á Hálsi.
Spurdur, hvussu tað ber til, at ein ung genta sleppur at keypa eina rakett fyri 200 krónur, sigur hann seg hava sagt við sølufólkunum, at tey mugu ikki selja til ung undir 18 ár.
- Eg havi sagt, at tey mugu ikki selja annað enn smáting til ung undir 18 ár. At tey gera tað kortini, fái eg ikki vart meg fyri, annað enn at endurtaka tað aftur og aftur, sigur Fróði Sigvardsen. Hann leggur afturat, at tað serliga eru smádreingir, sum smetta fyri hvørjum øðrum, um okkurt sølustað selur teimum vørur, sum eru bannaðar. Tí er tað serliga teir, tey savna seg um.
Eisini vísir Fróði Sigvardsen á, at kann vera torført at halda skil á, tí ofra standa fleiri fólk við diskin og keypa í senn - børn fremst og foreldur aftanfyri.
- Tað er heldur ikki altíð so lætt at síggja, hvussu gomul tey ungu eru. Er tað ein seytjan ára gamal drongur, sum sær friðarligur út, so spyr man kanska ikki, sigur Fróði Sigvardsen.
- Men kanska skuldi man biðið ivasamar kundar um at vísa koyrikort, sigur hann við Sosialin.