Okkurt kundi bent á, at lundin kanska er í ávísari menning, men enn er ov tíðliga er at siga nakað endaligt um tað.
Jens-Kjeld Jensen, fuglakennari í Nólsoy, sigur seg hava skilt á monnum, sum hava verið á urðini í Nólsoy og fleygað í summar, at væl av fugli hevur verið at sæð ávísar dagar.
- Tað vil nú altíð vera soleiðis, at veiðimaðurin kanska sær tingini eitt sindur positivari, enn tey eru. Men, tað er ymiskt, sum bendir á, at lundin hevur havt tað rímiliga gott í summar.
Fuglakennarin heldur tað vera gleðiligt, at nógvur sildberi hevur verið at sæð, og at lundapisurnar eftir øllum at døma eru komnar undan í ár.
- Vónandi eru ávísir batar á veg eftir fleiri árum við lítlum lunda og vánaligum umstøðum, har nógvar lundapisur doyðu í raki, tá ringast vildi til.
Jens-Kjeld Jensen er ikki ósamdur í, at árið í ár kanska hevur verið millum tey frægu, men hann ásannar, at tað skulu fleiri ár til, um stovnurin skal mennast á eitt líkinda støði.
- Eg vil siga tað soleiðis, at árið kanska hevur verið eitt av teimum frægu, men støðan hjá lundanum er framvegis vánalig, tí vit hava havt so nógv vánalig ár, sigur hann.
Tað eru nógv ár síðan, at nólsoyingar góvust at ganga á fleyg sum vanligt, men í ár hava nakrir mans verið á urðini, har hagin setti kvotu á, soleiðis at hvør maður á urðini kundi fleyga í mesta lagi 30 lundar hvønn dagin.
Í Nólsoy byrjaði fleygatíðin vanliga syftunsøkudag, sum er hin 2. juli, og síðan varð fleygað til umleið eina viku út um ólavsøku.
##med2##
Ein av teimum, sum hevur verið á fleyg í Nólsoy í summar, er Karlot Hergeirsson, og hann var tveir dagar á urðini.
- Hin fyrra dagin var hann høgur í ættini, og heilt nógvur lundi var at síggja. Eftir umleið einum tíma hevði eg 30 lundar.
Spurdur, hvat hann heldur, hann kundi fingið, um ongar avmarkingar vóru, sigur hann, at einir 150 lundar neyvan høvdu verið nakar trupulleiki.
Hin seinna dagin vóru líkindini vánalig.
- Tað var vánaligur byrður og sjaskut veður. Haraftrat hevði eg trupulleikar við fleygastongini, so henda dagin fekk eg bert 29 lundar, sigur Karlot Hergeirsson.
Sjálvur heldur hann, at batar nú eru at hóma við lundanum.