Út við 20 fólk eru særd í einum toki í Týsklandi í kvøld, tá ein maður gjørdist frá sær sjálvum við einari øks. Hendingin fór fram á teininum millum Würzburg-Heidingsfeld og Ochsenfurt.
Hesi tíðindi bera týskir og aðrir útlendskir miðlar í kvøld.
Sambært Sky News hevur løgreglan í Týskalndi váttað, at eini 15 fólk eru vorðin særd av øksamanninum í tokinum.
Ein løgreglumaður sigur við týsku heimasíðuna Focus, at fleiri eru illa særd og eru í lívsvanda.
Bayerische Rundfunk skrivar, at maðurin, sum gjørdi feigdina um seg við øksini, er skotin av løgregluni, men hesi tíðindi hevur løgreglan ikki váttað.









