Ása Johannesen, granskari á Fiskaaling, hevur á aliráðstevnuni ”Aquaculture Europe”, sum varð hildin í Edinburgh í september, hildið fyrilestur um persónligheit hjá rognkelsum.
Fyrilesturin vakti áhuga, og viðtal við Ásu Johannesen er at lesa á heimasíðuni, ”The Fish Site”. Acuaculture Europe ráðstevnan vardi í fýra dagar og viðgjørdi aling sum heild í Evropa.
- Fleiri túsund fólk luttaka á slíkari ráðstevnu - ikki bara evropearar, men eisini fólk úr bæði Amerika og Avstralia, sigur Ása Jiohannesen við heimasíðuna hjá Fiskaaling.
Fyrilesturin hjá Ásu varð flokkaður undir tann partin, sum snúði seg um reinsifisk. Greinin á The Fish Site kann lesast her -









