Hevur rættað feil á Wikipedia 47.000 ferðir

Bryan Henderson hevur seinastu sjey árini rættað málsliga villu á Wikipedia 47.000 ferðir

Bryan Henderson úr San Jose í USA hevur sett sær fyri at útrudda eitt málsligt mistak, sum verður brúkt umaftur og umaftur á Wikipedia.

Sambært Bryan brúk fólk orðingina ”comprised of” á skeivan hátt, og eiga í staðin at brúka orðingina ”composed of”.

Og síðani desember í 2007 hevur Bryan sitið í miðal ein tíma um vikuna við telduni og leitað eftir hesari málspillu og rættað hana.  Mett verður, at hann hevur rættað hesa somu villu 47.000 ferðir higartil.

Henderson hevur gjørt sær eitt forrit, sum kann finna fram til villuna, og so verður hon rættað.

- Hetta er mest til stuttleika, og eg ætli mær ikki at broyta heimin ella nakað, sigur 51 ára gamli Bryan Henderson.