Alivinna
? Eg hevði havt áræði til at herja á aftur.
Heri Hjelm í Vági hevur mist nógv.
Men hann hevur ikki mist áræði.
Alivirksemið hjá Hera Hjelm í Suðuroy, bæði á sjógvi og landi, hevur verið fyri eini røð av óhappum og tað var meiri enn tað kundi standa ímóti, serliga nú prísirnir eisini fullu í botn. Og støðan er nú so ring, at nýggj leiðsla og nýggj nevnd er sett at stjórna virkseminum og eydnast tað ikki at fáa nýggjan partapening, heldur alt uppat. Sjálvur er Heri nú bara meinigur nevndarlimur.
Men hann hevði onki havt ímóti at lagt til brots einaferð afturat.
?Eg havi verið alari í 20 ár og eg dugi ikki at ímynda mær, hvat annað eg skuldi gjørt. Eg eri komin so mikið væl til árs, at nú verður ringt at skifta, sigur Heri Hjelm.
Men hann leggur samstundis dent á, at skal hann upp í aling aftur, eru tað í hvussu so er ein fortreyt, sum skal verða til staðar. Og tað er, at vit sleppa at koppseta fyri ILA.
Og eftir hansara tykki, er hetta ein fortreyt fyri aling í Føroyum yvirhøvur.
?Sleppa vit ikki at koppseta fyri ILA, kann alt gera tað sama, tí so nyttar onki at tosa um fígging.
? So leingi, vit ikki sleppa at koppseta ímóti ILA, geri eg mær als ongar tankar um at fara undir aling aftur.
Váðin verður nógv minni
Hann sigur, at sjálvsagt hevur fíggingin stóran týdning, men at fáa loyvi at koppseta ímóti ILA hevur nógv størri týdning.
?Sleppa vit at koppseta, verða útlitini fyri at ala so mikið góð, at tað verður nógv lættari at fáa fígging, tí so verður váðin nógv minni.
Bankarnir hava annars sagt, at tað er neyðugt at teir sleppa at taka pant í aliloyvum, men Heri Hjelm heldur ikki, at tað hevur størstan týdning.
Hann endurtekur, at tað, sum hevur størstan týdning, er, at vit sleppa at koppseta ímóti ILA.
-? Tástaðni verður ein veruligur møguleiki fyri at lata laksin liva, til hann skal takast og tí verða eisini heilt aðrir møguleikar fyri fígging, leggur hann afturat.
? So leingi, vit ikki hava fingið loyvi at koppseta ímóti ILA, kann eg hvørki mæla peningastovnum ella øðrum at seta pening í alivinnuna yvirhøvur.
Hava ikki skilt týdningin
Men Heri Hjelm sigur, at tað sær ikki út til, at myndugleikarnir í Føroyum hava skilt týudningin av at vit sleppa at koppseta.
?Tað verður gjørt alt ov lítið fyri at fáa loyvi til at koppseta ímóti ILA.
Hann sigur, at higartil hevur málið verið viðgjørt á embætismannastigi, men har er tað drukna í meldrinum í ES umsitingini.
?Vit hava ferð eftir ferð fingið at vita, at ES fer at góðkenna koppsetingina í heyst, so verður tað í vár og so verður tað næsta heyst. Men tað hendir bara onki og hetta er ógvuliga óheppið.
Hann sigur, at tí eiga føroyskir politikarar nú at taka málið upp við politikarar í ES fyri at skunda undir tað.
? Eg haldi, at hetta hevur so stóran týdning fyri føroyska samfelagið, tí missa vit alivinnuna á á gólvið, er tað eitt stórt bakkast fyri samfelagið. Tí eiga politikararnir at taka málið við sínar starvsfelagar í ES beinanvegin.
Loysir trupulleikan
Landsdjóralæknin hevur sagt, at koppsetingin er ikki nøkur fullgóð verja ímóti ILA. Tað kann aldrin metast sum meiri enn ein hjálp og at øll hini verjutiltøkini koma undir øllum umstøðum at hava nógv størri týdning?
? Tað hava teir altíð sagt um øll onnur koppingarevni. Teir hava altíð sagt, at hon tryggjar ikki meiri enn til eitt vist. Men tá ið koppingarevnið so er roynt í verki, vísir tað seg, at tað virkar at kalla 100%.
? Nú á døgum hava vit koppingarevni, sum hevði loyst trupulleikan við ILA og hetta er koppingarevni, sum verður betri og betri í heilum.
Heri Hjelm sigur, at seinastu 13 árini, hava teir ikki havt nakað útbrot yvirhøvur av IPN, furunkolosu, vetrarsári ella heitt- og kaltvatnsvibriosu.
? Koppingarevnini roynast altíð betri, enn sagt verður frammanundan og eg ivist ikki í, at sleppa vit at koppseta ímóti ILA, hevði tað mestum beint fyri hesum vandanum, í hvussu so er í nøkur ár fram.
Uttan koppingarevni ímóti hinum sjúkunum, var alingin als ikki komin upp á tað støðið, sum hon nú var komin á.
? Koppseta ímóti ILA afturat, hevði gjørt tað eitt sindur dýrari, men tað er onki afturímóti tí, vit missa við ikki at koppseta og tað er ein fortreyt fyri at menna alingina.
?Men um so onkrir aðrir trupulleikar stinga seg upp um nøkur ár, vita vit sjálvsagt aftur.