Lars Olsen, landsliðsvenjari, sigur við Sosialin, at hann einki veit um, at hann skal vera á veg til Brøndby, hóast danskir miðlar meta hann vera eitt upplagt boð.
Christian F. Andreasen, forseti í FSF, kennir heldur einki til søgurnar.
- Lars Olsen hevur ikki nevnt nakað fyri okkum, hvørki um áhuga frá Brøndby, ella at hann er áhugaður í leysa venjarastarvinum. Hann hevur ein fýra ára sáttmála við okkum, og so vítt eg veit, er hann væl nøgdur her í Føroyum, sigur hann.
Forsetin í FSF váttar eisini fyri Sosialinum, at eingin klausul er í sáttmálanum hjá Lars Olsen, sum ger, at hann kann fara til onnur feløg, um tey vísa áhuga. Sáttmálin inniheldur ei heldur nakra áseting um viðbót til FSF, um Lars Olsen skuldi farið til eitt annað felag, áðrenn sáttmálaskeiðið er runnið.
- Um okkurt annað felag ynskir sær hann sum venjara, skulu vit fyrst geva teimum loyvi at tosa við Lars Olsen, sigur Christian F. Andreasen.










