Borgarstjóri
Í eina tíð hevur ljóðað, at borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Rodmundur Nielsen, hevur havt ætlanir um at leggja frá sær sum borgarstjóri.
Herfyri segði hann seg frá sum formann í Kommunusamskipan Føroya (KSF). Grundgevingarnar vóru, at arbeiðsbyrðan í Runavíkar kommunu, sum nú telir 14 bygdir, er vorðin so stór. Eisini vísti hann á, at hann hevur verið við til at gjørt stórar vinnuligar íløgur, sum eisini krevja nakað av honum. Aftrat hesum eru stórar og týðandi uppgávur at loysa í KSF.
Eingin avgerð
Spurdur, um hann eisini ætlar sær at gevast sum borgarstjóri, sigur Rodmundur Nielsen:
- Tað er eingin loyna, at eg havi umhugsað støðuna, men í løtuni havi eg onga avgerð tikið um at leggja frá mær.
Tað hevur eisini ljóðað, at Hans Petur Ellingsgaard, býráðslimur, sum í seinastuni hevur selt burtur av sínum vinnuvirksemi, væntandi verður eftirmaðurin, um Rodmundur Nielsen leggur frá sær.
Men, sum skilst, hevur borgarstjórin í Runavíkar kommunu ikki tikið støðu til at leggja frá sær.