Hevur onga ætlan um at lata trolarar sleppa fram at

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum er altíð sinnaður at gera broytingar, men ikki treytaleyst

Tað er engin ítøkilig um at geva trolarum betri trolleiðir á djúpari leiðunum á eystara kanti á Føroyabanka. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

 

Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann um nakar møguleiki er fyri at lata trolarar  sum royna eftir svartkalva á djúpum vatni, eisini sleppa at fiska á eystara kanti á Føroyabanka. Sum støðan er nú, er økið friðað fyri fiskiskap eftir toski og hýsu og tað avmarkar fiskiskapin hjá svartkalvabátunum.

 

Jacob Vestergaard staðfestir, at Eystari kantur á Føroyabanka hevur verið friðaður ein part av árinum síðani mars í 1993 og hann sigur, at eingin ítøkilig ætlan er um at geva trolarum betri trolleiðir á djúpari leiðunum á eystara kanti á Føroyabanka.

 

– Sum landsstýrismaður eri eg altíð opin fyri at fremja broytingar, ið kunnu bøta um veiðimøguleikar hjá fiskiflotanum í síni heild, sigur Jacob Vesterfgaard.

 

Men ein treyt fyri broytingunum er, at fiskiskapurin er burðardyggur, eins og at tær verða viðgjørdar í eini heildarmeting, sum fevnir um allar vinnubólkar í føroyska fiskiskapinum.