Nógv ár eru liðin, síðan Nicolas Cage og Kathleen Turner spældu filmin ?Peggy Sue varð gift?, men tey bæði vóru hvørki vinir tá ella seinni. Turner hevur júst givið eina sjálvbiografiska bók út, har hon finnst stórliga at Cage. Hon sigur frá, at hann tvær ferðir hevur verið tikin fyri at koyra ávirkaður og at honum dámdi væl at stjala hundar. ? Um hann av óvart kom fram á ein chichuahua, sum honum dámdi, koyrdi hann bert hundin í lumman og fór avstað við honum, skrivar Turner.
Cage vil als ikki finna seg í hesum og tí hevur hann sjálvur vent sær til fjølmiðlarnar.
- Eg eri ongantíð tikin av løgregluni fyri nakað og eg havi hvørki stjolið nakran hund ella koyrt ávirkaður. Orsøkin til, at eg sigi hetta, er, at eg ikki vil hava, at míni viðhaldsfólk skulu halda tílíkt um meg.










