Hevur nú ráð til viðgerðina

Stuðulin frá Everton-fjepparunum var til stóra hjálp hjá fimm ára gamla Bradley.

Tað var mánakvøldið, at fimm ára gamli Sunderland-fjepparin, Bradley Lowery, sum er sjúkur av krabbameini, av Jermain Defoe varð leiddur inn á vøllin at heilsa upp á leikararnar undan dystinum ímillum Sunderland og Everton.


Sunderland-fjepparar savna pening til Bradley, sum familjan ætlar at senda til USA í viðgerð. Eftir dystin boðaði Everton frá, at felagið ynskti at stuðla innsavningini við at lata 200.000 bretsk pund, tað svarar til 1,75 millión krónur.


Les eisini: Everton letur pengar til krabbasjúkan Sunderland-fjeppara


Søgan er farin víða um í heiminum, og Bradley Lowery fekk eitt satt upplivilsi á Stadium of Light.


- Tað hevur verið ótrúligt. Eg slapp at hitta Jermain Defoe, sum er mín yndisspælari, og øll sungu mítt navn. Takk fyri, øll somul, segði Bradley Lowery.


Málið hjá Lowery-familjuni var at savna 700.000 pund (6,13 mió. kr.), og nú boðar mamman, Gemma, frá, at málið er rokkið. Bradley kann tískil nú kann fara til viðgerð í New York fyri krabbameinssjúkuna, ið hann hevur stríðst við síðan 2013.