Ein maður, sum er skuldsettur fyri at hava verið eftir eini konu við øks uppi í Timburhandlinum eina náttina nakað fyri jól, er nú latin leysur.
Hann hevur sitið í varðhaldi í fleiri vikur, men varð latin leysur í fyrradagin.
Men tað merkir ikki, at hann er sloppin, tí nú verður bíðað eftir, at eitt ákærurit kann skrivast og so verður hann stendur fyri rættin.
Hann er ikki skuldsettur fyri drápsroynd ella nakað líknandi, men fyri at hava hótt konuna við øks eftir at hon kom fram á hann eina náttina, hann hevði brotið inn í timburhandlinum.
Men hetta er verri enn so einasta lógarbrot, hann er skuldsettur fyri, tí sambært løgregluni hevur hann nógv upp á samvitskuna.
- Tilsamans er hann skuldsettur fyri 10 innbrot í Havnini og aðrastaðni, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni.
Talan er fyri tað mesta um innbrot í kioskir seinastu mánaðirnar og onkuntíð lógu innbrotini dag um dag.
Tað mesta, hann er skuldsettur fyri at hava stolið, eru sigarettir og peningur, men talan er ikki um tær stóru upphæddirnar. Í tí eina førinum fekk hann 1500 krónur við sær og tað er ein tann størsti stuldurin. Sigarettirnar hava heldur ikki verið tær nógvu í tali, nakrar kartengur, ella nakrir pakkar. Í tí eina førinum fekk hann eisini 10 talutíðarkort við sær.
Í summum førum var hann ikki einsamallur um innbrotini.
Umframt hesi innbrotini, er maðurin eisini skuldsettur fyri at hava brotið inn í eina goymslu við dynamitti í summar, har hann stjól 25 kilo av dynamitti, sum hann goymdi uppi í Hoydølum.










