Tað var í HM-finaluni ímillum Frakland og Kroatia sunnudagin, at óbodnir gestir runnu á vøllin á leikvøllinum í russiska høvuðsstaðnum, Moskva, har trygdarfólk tó vóru skjót á staðnum og fingu fólkini burtur.
Eftir dystin kom tað fram, at tað vóru mótmælisfólk frá Pussy Riot, sum runnu á vøllin. Tey høvdu millum annað ein boðskap um, at Russland skuldi lata politiskar fangar leysar.
- Eg var argur, tí vit spældu góðan fótbólt, og so brádliga runnu nøkur fólk á vøllin og steðgaðu dystinum. Eg misti høvdið, tók í ein mann og ynskti at eg kundi tveitt hann út av leikvøllinum, segði Liverpool-verjuleikarin hjá Kroatia, Dejan Lovren, við AP eftir dystin.
Reuters skrivar í dag, at eitt mótmælisfólk hevur fingið revsing fyri at renna á vøllin. Viðkomandi hevur fingið 15 dagar fongsulsrevsing og sleppur ikki til ítróttartitøk næstu trý árini.










