Kristianna Winther Poulsen hevur meldað seg úr Sjálvstýrisflokkinum.
Tað váttar hon fyri info í morgun.
– Eg eri ikki samd við politisku linjuni hjá flokkinum. Tey eru heldur ikki samd við mær, og tí havi eg gjørt av at melda meg úr flokkinum, sigur Kristianna Winther Poulsen.
Hon sigur, at henni hevur dámt væl í flokkinum. Serliga var tað felagið hjá flokkinum í Suðurstreymoy, sum var virkið og vælvirkandi.
– Men har er alt steðgað upp, sigur Kristianna Winther Poulsen.
Eftir seinasta løgtingsval varð Kristanna Winther Poulsen vald sum nummar trý á listanum við 200 atkvøðum. Framman fyri hana vóru Kári P. Højgaard við 317 atkvøðum og Jógvan Skorheim við 245 atkvøðum. Tá samgongan varð skipað, og Kári P. Højgaard gjørdist landsstýrtisamaður, tók Jógvan Skorheim við tingsessinum. Og tá hann 1. januar í 2013 gjørdist borgarstjóri í Klaksvík, tók Kristianna Winther Poulsen við sessinum. Hon sat á tingi fyrra hálvár í 2013, tá Jógvan Skorheim tók sæti aftur frá henni. Men tá tunnilsmálið sprongdi samgonguna, og Kári P. Højgaard fór úr landsstýrinum, tók Kári P. Højgaard aftur sæti á tingi.
Kristianna Winther Poulsen sigur, at hon framvegis hevur áhuga fyri politikki, men hevur ikki gjørt av, hvussu leikur nú fer. Hon sigur, at hon ikki hevur meldað seg í annan flokk, og at hon nú umhugsar støðuna og hevur ikki fleiri viðmerkingar í løtuni.