Hevur mált allar fjallatopparnar í Føroyum

Fyrr í vikuni handaði Pól Sundskarð Umhvørvisstovuni GPS-uppmálingar av øllum fjallatoppum í Føroyum.

Fjallatúrar eru vorðnir altsamt vælumtøktari í Føroyum. Seinnu árini hevur ein serligur áhugi stungið seg upp, um at vitja øll tey 340 skrásettu fjøllini í Føroyum. Nøkur fólk hava longu verið ígjøgnum allan fjallalistan, og fleiri eru ávegis. Fjallalistin sæst her.

 

Pól Sundskarð er mest kendur sum rennari, men hann er eisini íðin fjallagongumaður. Hann er ein teirra, sum hevur verið uppi á øllum fjallatoppum í Føroyum. Í tí sambandi hevur hann gjørt GPS-uppmálingar av øllum fjallatoppum, og hesi data handaði hann Umhvørvisstovuni fyrr í vikuni.

 

Stein Fossá, deildarleiðari, tók ímóti uppmálingunum og fegnaðist um tað ídni, sum Pól Sundskarð hevur víst. Nú verða uppmátingarnar eftirkannaðar, og tá hetta arbeiðið er liðugt, verða tær lagdar út á heimasíðuna www.us.fo, sum vegleiðandi knattstøða til føroyska fjallalistan.

 

Umhvørvisstovan skal annars gera vart við, at galdandi lóggáva ikki gevur øllum fritt at fara í haganum, uttanfyri gomlu varðagøturnar. Mælt verður gongufólki til at seta seg í samband við avvarðandi bónda ella røktingarmann, tá farið verður í hagan.