Hevur maður tín íleguna, ið valdar ótrúgvskap?

Ein kanning vísur nevnliga, at menn, ið eru ótrúgvir ella óstøðugur sum heild, hava eitt ávíst íleguslag. Teir menninir, ið hava lyndi at vera ótrúgvir ella sum heild ikki megna at binda seg, hava nú ein nýggjan umskylning fyri tað: teir kunnu nevnliga hava eina ávísa ílegu, ið valdar ótrúgvskap.

Kanningin hjá Karolinska lærdómsstovninum í Svøríki vísur, at menn, ið hava eina ávísa ílagu, royna oftari hjúnarlagskreppur enn aðrir menn.

Fýra út av tíggju svenskar menn hava íleguslagið, ið eitur >>allele 334<<. Kvinnur, ið eru giftar við hesum monnum, vísa seg at vera meira ónøgdar við hjúnarlagið enn aðrar kvinnur, vísur kanningin.

 

Kelda: Scientific Journal Proceedings of the National Academy of Sciences, PNAS.