Mesut Özil hevur ilt við at fáa spælitíð í Arsenal, har hann í hesum kappingarárinum einans er byrjaður inni í 13 út av 26 dystum, og einans einaferð er byrjaður inni einaferð síðani á jólum.
Týski spælarin hevur sitið uttanfyri í heili 100 dystum síðani hann kom til felagið í 2013, og tað heldur Arsenal-venjarin, Unai Emery, vera ein trupulleiki.
- Hann hevur tørv á at venja og spæla dystir meiri regluliga uttan skaðar og sjúku. Soleiðis kunnu vit fáa meira burturúr honum, sigur Emery sambært BBC.
Um framtíðina hjá Mesut Özil í Arsenal sigur Unai Emery, at Mesut Özil hevur lykilin í egnum hondum, helst vísandi til at hann má venja og spæla meiri regluliga.
30 ára gamli Mesut Özil er best lønti spælarin í Arsenal við einari vikuløn áljóðandi tríggjar milliónir krónur. Næstbest lønti spælarin í hópinum er Pierre-Emerick Aubameyang, sum fær 1,71 milliónir um vikuna.










