Jóan Petur Vang letur væl at arbeiðsmegini, hann hevur og sigur, at samstarvið millum føroysku og útlendsku arbeiðsmenninar er gott og gevandi fyri báðar partar. Mynd: Álvur Haraldsen.

Hevur framt fleiri byggiverkætlanir

.Jóan Petur Vang Sp/f hevur 28 til 30 fólk í starvi, og av hesum eru umleið helmingurin útlendingar.  

 

Jóan Petur Vang letur væl at arbeiðsmegini, hann hevur og sigur, at samstarvið millum føroysku og útlendsku arbeiðsmenninar er gott og gevandi fyri báðar partar. Mynd: Álvur Haraldsen.

- Eg havi raskar menn í arbeiði, bæði føroyingar og útlendingar, og tað hevði ikki latið seg gjørt at framt hesa byggiverkætlan sambært løgdu tíðarætlanini, um eg ikki eisini hevði havt atgongd til útlendska arbeiðsmegi.

 

Tað sigur byggimeistarin á Oyrarbakka, sum hevur røtur í Leirvík.

 

Á In.fo fyrr í kvøld umrøddu vit stóru íbúðarverkætlanina hjá honum á Fløtum í Havn, har hann byggir 111 íbúðir, sum soleiðis er hin størsta einstaka íbúðarverkætlanin í Føroyum av slíkum slag.

 

Jóan Petur Vang Sp/f hevur 28 til 30 fólk í starvi, og av hesum eru umleið helmingurin útlendingar, sum saman við føroyskari arbeiðsmegi hava dugnað fyritøkuni væl, nú so nógv byggivirksemi er í Føroyum.

 

Hann letur væl at arbeiðsmegini, hann hevur og sigur, at samstarvið millum føroysku og útlendsku arbeiðsmenninar er gott og gevandi fyri báðar partar.

 

Men, hetta er ikki fyrstu ferð, at byggimeistarin av Oyrarbakka byggir íbúðir og stórar byggiverkætlanir annars.

 

Í 2013/ 2014 bygdi hann átta íbúðir fyri Bústaðir á Oyrarbakka, og í 2014/ 2016 bygdi hann sonevndu Skansa-íbúðirnar fyri Bústaðir Yviri við Strond í Havn, sum vóru 12 í tali.

Árini 2017/ 2019 bygdi Jóan Petur Vang eisini 32 raðhús í fýra lonum Undir Kongavarða á Argjum. 

 

Ein onnur stór byggiverkætlan hjá honum seinnu árini er nýggi skúlin á Oyrarbakka við ítróttarhøll, og henda verkætlan varð liðug og latin Sunda kommunu til skúlaársbyrjan í fjør. 

 

 

 


 

 

Jóan Petur Vang letur væl at arbeiðsmegini, hann hevur og sigur, at samstarvið millum føroysku og útlendsku arbeiðsmenninar er gott og gevandi fyri báðar partar. Mynd: Álvur Haraldsen.