Hevur livað í trimum øldum

Hósdagin fyllir vestmenningurin Jógvan A. Hansen 104 ár. Ikki eru nógv, sum kunnu, eins og Jógvan, reypa av, at tey hava livað í heili trimum øldum

Nógv varð gjørt burturúr tá Jógvan A. Hansen fyri fýra árum síðani fylti 100 ár. Tann dagurin varð hildin í bygdarhúsinum í Vestmanna, har fólk fingu høvi at heilsa upp á heiðursgestin.
Í morgin, hósdagin, eru liðin fýra ár síðani Jógvan A. Hansen fylti 100 ár, og tí verður hann sostann 104 ára gamal henda dagin.
Jógvan A. Hansen hevur trý børn, tvær døtur og ein son. Og hevur hann eisini bæði abba- og langabbabørn.
Tann eina dóttirin, Jona Jacobsen, fortelur, at hann hevur verið væl fyri síðani hann fylti 100, men nú er hann troyttur og seingjarliggjandi.
Hesuferð verður ikki gjørt so nógv burturúr føðingardegnum. Hann verður hildin fyri familjuni.
Dóttirin, Jona, sigur, at nú tosar hann ikki so nógv longur, men hon minnist, tá hann fortaldi frá tíðini hann sigldi undir krígnum. Tá sigldi hann við føroyskum bátum til Onglands. Jógvan Hansen hevur livað ungdómin millum fólk, sum livdu áðrenn og samstundis sum einahandilin varð avtikin, og hann hevur verið ein partur av risastóru broytingini, tá føroyska samfelag fór frá at vera bóndasamfelag til fiskivinnusamfelag.
Sosialurin ynskir Jógvani A. Hansen og familjuni hjartaliga tillukku við føðingardegnum.