Hevur listaframsýning í Dubai

Skálakonan Rutt Mikkelsen, sum er 49 ár og hevur búð í Dubai síðan oktober í fjør
er sloppin gjøgnum listarliga nálareyða hjá Emiratunum.
Rutt hevur altíd verið framúr kreativ, hevur seymað, bundið og teknað.
Tey seinastu fýra árini hevur hon eisini roynt seg við málipenslinum. Hon hevur tikið nøkur skeið í Farum í Danmark, har hon hevur búð seinastu 15 árini.
Í oktobur í fjør flutti hon so við manninum Hanus Mikkelsen til Dubai at búgva, tí hann fekk gott starv har.
Rutt setti sær fyri at brúka fyrsta árið í Dubai fult út til at menna sínar listargávur. Hon fann sær skjótt eitt máliskeið at fara til og læt seg annars inspirera av øllum tí nýggja, sum hvør dagur hevði at bjóða.
Úrslitið hevur víst seg eftir bert hálvum ári.
Rutt er sloppin ígjøgnum nála. eyða hjá Emiratunum, og hon er ein av teim fáu, sum er við á listarframsýningi hjá DIAC - Dubai International Art Center. Evnið er "Dubai Past and Present".
Framsýningin letur upp í morgin.
(upplýsingarnar eru frá Thurid Samró)