Náttúrufyribrigdi
Hevur tú eitt vakið eyga og alsk til tað, sum livir og andar rundan um teg, er føroyska náttúran ein stórur fongur. Men eisini teir ?deyðu? steinarnir, stórir og smáir, kunnu vekja tínar tankar og kenslur um ymiskt, sum knýtir teg at ávísu støðunum í náttúruni.
Kanska hevur tú einaferð rindað møðina og etið ein matpakka her, ella tú sat her eina skýmingarløtu saman við henni, tú var hugtikin av. Kanska var hetta staðið eitt afturvendandi mál, har tú í tínum góðu ella minni góðu løtum stóðst á sílabergi og hugsaði um lívið ? ella deyðan.
Ísborin steinur
Áhugaverdu fyribrigdini í náttúruni eru mong, og loyndarmálini verða ongantíð uppi.
Risastóri steinurin, vit síggja á hesi myndini, liggur við eystaru síðu á Toftavatni, dygst niðri við sjóvarmálan. Tú setir bilin við Mýrarnar og gongur oman, har eitt seyðahús stendur beint undir vegnum. Tað umgongs ikki, at tú gongur beint oman á nakrar stórar klettar, har hesin er tann størsti og niðasti.
Men hvaðani er so hesin risastóri steinurin komin? Allan vegin niðan undir vegin á Mýrunum er ikki steinpirra, men vallað lendi. Eystanfyri vegin er heldur einki grót at síggja og enn minni nakar hamari, haðani steinurin kann vera komin.
Steinurin kann tískil bara vera borin av ísi ? ein ísborin steinur, sum jarðfrøðingar rópa tað.
Og hesir eru ikki so fáir ymsastaðni kring landið. Teir eru eyðkendir, tí teir liggja soleiðis, at teir ikki kunnu vera komnir av omanlopi ella stava frá øðrum fyribrigdum í náttúruni.
Ligið í 10.000 ár
Tað kann tykjast undarligt at bera eina slíka søgu, sum er fleiri túsund ára gomul. Kortini er hon áhugaverd, tá ið tú gevur tær far um hana.
Martin Heinesen, jarðfrøðingur, sigur, at steinurin við Toftavatn er ein ?typiskur? ísborin steinur, ið væntandi stavar frá seinastu ístíðini, sum endaði fyri umleið 10.000 árum síðan.
Tískil kunnu vit rokna við, at steinurin hevur ligið við Toftavatn í meira enn 10.000 ár og er sæddur av øllum, ið hava spákað sær fram við vatninum, síðan Føroyar vórðu bygdar.
Jarðfrøðingar meta, at seinasta ístíðin vardi í meira enn 100.000 ár.
Martin sigur seg ikki hava ?repeterað? hesi árstølini, nú vit høvdu hann í telefonini og vísir á, at tað eru aðrir jarðfrøðingar, ið kundu sagt okkum tølini neyvari.
- Fleiri ístíðir hava verið og tískil eisini fleiri millumístíðir. Jarðfrøðingar meta, at ístíðirnar hava vart nógv longri enn millumístíðirnar. Í dag liva vit í eini millumístíð, sigur Martin Heinesen.