Í morgin, hin 18. juni, hevur peran, sum lesarin sær á hesi myndini, lýst í samfull 110 ár. Eingin onnur pera í heiminum hevur lýst so leingi, og tað er eitt loyndarmál, hvussu tað ber til, at hendan peran hevur hildið sær so leingi.
Um tú onkuntíð ert irriteraður, tí tú noyðist at skifta perur so ofta, ert tú helst eisini eitt sindur misunniligur inn á sløkkiliðsmenninar í Livermore í Kalifornia. Teir hava nevniliga eina peru, sum hevur lýst í samfull 110 ár - í morgin.
- Hetta er heimsmet, staðfestir Guinness Rekordbók.
Umrødda pera varð fyrstu ferð tendrað í 1901 og hevur lýst samanhangandi til í dag, undantikið eitt stutt tíðarskeið í 1903, eina viku í 1937, og tá streymurin onkuntíð fór millum 1937 og 1976.
Í 1976 varð peran flutt - undir eftirliti av løgregluliði - saman við brandstøðini og kom at hanga í einum bilskúri, har hon hevur lýst síðan.
- Eingin veit, hvussu hetta ber til. Hetta er ein 60 wats pera. Vit hava havt granskarar úr øllum landinum at hyggja eftir peruni - uttan, at hesir hava verið førir fyri at koma við eini frágreiðing, sigur pensjóneraði brandstjórin, Lynn Owens við Reuters.