Hevur lært at dáma skerpikjøt (Rás2)

(Rás2) Hoyr seinastu ensktmæltu sendingina "Home and Away" í hesum umfarinum á Rás2

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr seinastu ensktmæltu "Home and Away" sendingina í hesum umfarinum.

 

Undanfarnu sendingarnar hevur Stella Zachariassen vertur.

 

Hesaferð var Stella tann, ið svaraði spurningum um hvussu tað er at koma úr einum fjarskotnum landi sum Sri Lanka, og flyta alla tað longu leiðina til Føroya.

 

Stella hevði torført við at ímynda sær, at eitt so vakurt og friðarligt land var til, tí sjálv búði hon í einum landi, ið var rakt av borgarkríggi.

 

Hon er komin at elska Føroyar meira og meira, og við tíðini hevur hon eisini lært at dáma skerpikjøt.

 

Petur Zachariassen gjørdi samrøðuna í "Home and Away" hesaferð.