Hevur líka nógvar sigrar sum Allan Simonsen

(FM1) Hoyr samrøðu við Lars Olsen sum eins og Allan Simonsen hevur vunnið átta sigrar sum føroyskur landsliðsvenjari

 

Aftaná 3-1 sigurin á Malta ígjár er Lars Olsen ikki langt frá at verða tann føroyski landsliðsvenjarin, ið hevur vunnið flest sigrar.

Tá Allan Simonsen var landsliðsvenjari, árini 1994 til 2001 vann Allan Simonsen átta dystir við føroyska landsliðnum. Í EM-undankapping vann Allan Simonsen við Føroyum heima og úti ímóti San Marino (3-0 og 3-1). Í HM-undankapping vann Allan Simonsen við Føroyum heima og úti ímóti Malta (2-1 og 2-1), Allan Simonsen vann eisini heima og úti í HM-undankapping ímóti Luksemborg (2-0 og 1-0). Haraftrat vann Allan Simonsen tveir venjingardystir. 2-0 úti ímóti Estlandi og 1-0 úti ímóti Liktinstein.

Lars Olsen hevur við 3-1 sigrinum á Malta ígjár vunnið átta dystir við føroyska landsliðnum. Í seinastu EM-undankappingini 1-0 og 2-1 á Grikkalandi. Í seinastu HM-undankapping 1-0 á Andorra heima og 2-0 ímóti Lettlandi úti. Lars Olsen hevur við føroyska landsliðnum vunnið tríggjar venjingardystir. 3-0 á Liktinstein ígjár, og 3-2 á Liktinstein fyri tveimum árum síðani. Í 2014 vann Lars Olsen við føroyska landsliðnum 4-1 á Gibraltar á útivølli.

Lars Olsen er sostatt bara ein sigur frá at gerast mest vinnandi føroyski landsliðsvenjarin nakrantíð. Spennandi verður at síggja um tað hendir longu í heyst, at Lars Olsen tekur metið frá Allani Simonsen. 

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Lars Olsen beinleiðis á FM1 aftaná sigurin ímóti Malta. Lars Olsen fegnast um sigurin. Hann heldur, at í løtum spældi føroyska liðið væl, men har vóru ov nógvar løtur har liðið spældi minni væl, og tað er nakað føroyska liðið má arbeiða við greiðir Lars Olsen frá.