Hevur løgtingið álit á einum landsstýrismanni, sum góðtekur lógarbrot?

   

Vegna nevndina í Føroya Pedagogfelag
Jarvin Feilberg Hansen, formaður
Tórshavn, 24.09.2004
????????

Hans Pauli Strøm landsstýrismaður tykist at góðtaka at dagstovnalógin verður brotin.
Felag okkara hevur nú í fleiri vikur alsamt heitt á Hans Paula Strøm, landsstýrismann, um at steðga lógarbrotinum, sum býráðið á Tvøroyri framhaldandi fremur við at hava persón uttan pedagogútbúgving í starvi sum leiðari fyri frítíðarskúlan, hóast galdandi dagstovnalóg greitt ásetur, at leiðarin skal vera pedagogur.
Landstýrismaðurin tykist ikki at hava vilja ella dirvi til at loysa hetta mál, hóast talan er um mál, sum hann hevur ábyrgdina av.

Kunnu landsstýrismenn geva kommunum tilsøgn um ávís lógarinntriv, sum "samsýning" fyri at kommunan heldur galdandi lóggávu?

(avrit frá fundi millum borgarstjóran, formannin og næstformannin í sosialu nevnd og Landsstýrismannin í Almanna og - og heilsumálum Hans Paula Strøm)

Niðurstøða frá fundi 12. september 2004 millum borgarstjóran, formannin og næstformannin í sosialu nevnd og landsstýrismannin í Almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, um setan av leiðara til frítíðarskúla á Tvøroyri
Í samrøðu við undirritaða í morgun greiddi landsstýrismaðurin frá, at niðurstøðan á fundinum við Tvøroyrar Býráð var, at:

1). Tvøroyrar Býráð beinanvegin tekur neyðug stig fyri at fáa viðurskiftini í rættlag, harí at taka starvssetanina aftur.

2) Landsstýrismaðurin tekur stig til at broyta §8 í dagstovnalógini, sum m.a. ásetur førleika-krøvini hjá stovnsleiðarum.

Eg skal við hesum heita á borgarstjóran um at vátta niðurstøðuna frá fundinum, og faksa váttanina til Almanna- og heilsmálaráðið skjótast gjørligt

Vinarliga
Aibritt á Plógv
Aðalstjóri

Vit hava, sum hjálagda avrit vísir, staðfest, at landsstýrismaðurin hevur givið Tvøroyrar kommunu tilsøgn um at hann skal taka stig til at broyta galdandi lóggávu, afturfyri at kom-munan heldur hesa somu lóg.
Vit halda tað vera løgið, at ein landsstýrismaður soleiðis forhandlar við kommunur fyri at fáa tær at halda eina lóg, og enn løgnari halda vit tað vera, at hvørki løgmaður ella nakar av samgonguflokkunum hevur tala at hesari handfaring av málinum.
Heilt óskiljandi er handfaringin, tá vit kunnu staðfesta, at landsstýrismaðurin einki tykist at gera, nú kommunan heldur fram við lógarbroti sínum.

Hevur landsstýrismaðurin hildið skyldur sínar sambært lógina um ábyrgd landsstýrisins ?
Sum kunnugt er áset í lógini um ábyrgd landsstýrisins, at Løgmaður og landsstýrismenn hava ábyrgd av fyrisitingini av teim málsøkjum, sum løgd eru til teirra (grein 2).
Fyri okkum er eingin ivi um, at ein landsstýrismaður, sum ikki handhevar galdandi lóggávu innan málsøki, har hann beinleiðis hevur fingið eftirlitsmyndugleika, hann heldur ikki skyldur sínar sum landsstýrismaður.
Enn meira greitt er hetta, tá vit svart uppá hvítt kunnu síggja, at landsstýrismaðurin við almanna- og heilsumálum ger avtalu við eina kommunu sum greitt brýtur lógina, um at landsstýrismaðurin skal broyta lógina um kommunan steðgar við lógarbroti sínum.

Kann Føroya Løgting hava álit á einum landsstýrismanni, sum ikki steðgar lógarbroti.
Vit fáa okkum illa at trúgva, at Føroya Løgting kann sita hendur í favn og hyggja at, meðan ein landsstýrismaður ikki heldur skyldu sína og steðgar greiðum lógarbroti.
Her kunnu vit spyrja, hvar er andstøðan ? Hví hevur eingin fólkavaldur politikkari verið frammi og átala at landsstýrismaður ikki tykist vilja steðga greiðum lógarbroti ?

Hvar eru fjølmiðlarnir ?
Hóast talan er um eitt rættuliga álvarsligt mál, so tykjast fjølmiðlarnir at geva málinum sera lítlan ans, og hetta halda vit vera spell, tí júst fjølmiðlarnir áttu at kent tað sum sína skyldu at víst á mál sum hetta, har landsins myndugleikar ikki tykjast at virða landsins lógir.

Rættartrygdin í vanda
Um verandi samgonga framhaldandi fer at góðtaka, at landsstýrisumboð teirra so skilliga góðtaka, at galdandi lógir ikki verða fylgdar, so er rættartrygdin veruliga í vanda.
Tað er tí hugstoytt, at løgmaður ikki hevur virt okkum svar, hóast vit skrivliga hava spurt hann um hann góðtekur handfaringina hjá Hans Paula Strøm, lansstýrismanni av málinum um leiðaran fyri frítíðarskúlan á Tvøroyri.
Hendan tøgn løgmans reisir illgruna um, at fyri løgmann er tað meira umráðandi, at royna at verja floksfelaga sín enn at hava eftirlit við, at landsstýris-maðurin røkir skyldur sínar.