Eigur løgmaður alment at greiða frá rætta samanhanginum – dokumentera tað, hann sigur?
– Ja, sjálvandi. Men tað er treytað av, at hann hevur sagt tað. Eg má taka tað sum góða vøru, ið stendur í Sosialinum, til hann hevur prógvað nakað annað.
Nú tað er prógvað, at felag hjá løgmanni hevur pádrigið landinum og øðrum tap, eigur tað at fáa avleiðingar?
– Aftur, vísir tað seg, at løgmaður hevur sagt ósatt, má hann taka avleiðingarnar. Og tað kann antin gerast við at hann leggur frá sær, ella at misálit verður reist móti honum. Vit fara ikki at taka stig til eitt misálit, men verður eitt reist, fara vit at taka støðu til tað.
leo@sosialurin.fo










