Enska heimspremieran hevur verið av sangleikinum "Egyptiski prinsurin" og í næstu viku verður danska frumframførslan á leikhúsinum í Fredericia.
Filmurin er um Móses og fosturbróður hansara Ramses í Egyptzlandi.
Nadia Abraham hevur leiklutin, sum kona Móses og er á palli í stórum parti av teimum hálvum triðja tímanum leikurin tekur.
Nadia Abraham - ella sum hon eitur, Barbara Nadia Abrahamsen - spælir leiklutin bæði í ensku og donsku útgávuni. Áður hevur hon spælt við í Mama Mia, Wrst Side Story og Cabaret á Kongaliga leikhúsinum í Keypmannahavn.
Les meira um sangarin og dansarin av Argjum í Vikuskiftis-Sosialinum.