Anfinn V. Hansen, sum er verji hjá skuldsetta manninum í Piddamálinum, hevur kært kriminapolitiið til fútan.
Einsíðugur tíðindaflutningur er orsøkin, og Anfinn V. Hansen hevur víst á, at kriminalpolitiið longur hevur dømt mannin, sum bara er skuldsettur, Bergleif Brimvík. leiðari á kriminaldeildini hevur í miðlunum sagt, at tann skuldsetti er einasti persónur, sum kann siga, hvat er vorðið av Dánjal Peturi Hansen.
Tað var fyri at vísa á einsíðuga tíðindaflutningin, at Anfinn V. Hansen fyrrapartin kravdi rættarfundin fyri opnum hurðum.
Tann skuldsetti maðurin hevur nú sitið í varðhaldinum í seks vikur.
Verji hansara sigur, at tann skuldsetti maðurin er broyttur nógv hesar vikurnar. Óvissan um hvat og nær nkað hendir ger sítt. Hann keðir seg eisini, hevur einki at gera, og nú situr hann púrasta einsamallur á deildini.
Persónskanning er gjørd av manninum, og tilfarið er farið til Psykiatriska Depilin, sum skal mentalkanna mannin.