Sambært einari suðurkoreanskari sjónvarpsstøð er leiðarin í Norðurkorea, Kim Jong-il, illa sjúkur av krabbameini Sjónvarpsstøðin sigur seg hava upplýsingarnar frá kinesiskum og suðurkoreonskum fregnartænastukeldum. Tær vilja vera við, at norðurkoreanski leiðarin hevur í mesta lagi fimm ár eftir.
Kim Jong-il er 67 ára gamal, og fjølmiðlarnir hava kjakast um heilsu hansara, síðani hann hevði ein hjartatilburð í fjør.
Kjakið hevur samstundis fingið fjølmiðlarnar at gita, hvør skal taka við eftir Kim Jong-il. Tey flestu vænta, at tað verður tann yngsti sonurin, Kim Jong-sun, sum er 26 ára gamal.










