Tíðindaskriv:
Dimmalætting er aftur í sølubúðunum. Hesa ferð er blaðið 64 síður, og í blaðnum eru fleiri søgur um persónar, sum hava verið í eini heilt serligari støðu.
Andreas Hansen sigur, at Hotel Føroyar er heimsins besta arbeiðspláss. Tá ið hann varð álvarsliga sjúkur, traðkaði arbeiðsplássið til og hjálpti honum so væl, at Andreas sigur, at tey eiga lívið í honum.
Páll Arge var væl kendir í náttarlívinum í Havn fyri nøkrum árum síðani, men so hvarv hann brádliga og flutti til Danmarkar. Vit hava hitt hann á máli um, hvat hann tekst við nú.
Vit hava eisini tosað við havnarmannin, Hanus Norðberg, sum var so niðurundirkomin av rúsevnum, at hann umhugsaði at taka lívið av sær.