TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá HB, Sigfríð S. Clementsen, sum sá sínar menn tapa 1-2 ímóti Víkingi á heimavølli fyrr í dag.
Sigfríður S. Clementsen er vónbrotin um tapið. Hann heldur, at HB klárar at halda Víking frá tí mesta, men viðgongur samstundis, at HB ikki skapar nóg nógvar málmøguleikar.
Høvuðsvenjarin hjá HB hevur enn ikki mist trúnna uppá, at HB kann knógva heim eina endastøðu, sum gevur rættin til at kappast í Evropa komandi ár. Hann minnir á, at um tað kiksar so er HB í einari menning, har ungir spælarar traðka til og vísa sítt virðið.










