Hevur ikki kannað hendingina

- Vit hava bara hoyrt um hendingina, men hava ikki gjørt nakrar kanningar, sigur Karl Joensen, stjóri á Arbeiðseftirlitinum

Bilur á sjógv

Arbeiðseftirlitið er ikki vorðið partur í málinum, sum tók seg upp, tá ið ein vørubilur, sum skuldi til Suðuroyar við Smyrli næstsíðsta mánakvøld, fór út av bryggjuni í Havn.
- Vit kenna bara til málið út frá tí, sum frammi hevur verið í fjølmiðlunum, og vit hava tískil heldur ikki verið við í nøkrum kanningum, sigur Karl Joensen, stjóri á Arbeiðseftirlitinum.
Hann vísir á, at tá ið talan er um privata ferðslu, er hetta í fyrsta lagi eitt politimál ? og ikki eitt mál hjá Arbeiðseftirlitinum.
- Hevði talan verið um arbeiðsfólk, eitt nú truckførarar og ella aðrar arbeiðsmenn á bryggjuni, hevði málið verið tikið upp her hjá okkum, sigur Karl Joensen, stjóri á Arbeiðseftirlitinum.