NSÍ áleyparin og liðskiparin, Klæmint A. Olsen, útjavnaði í dag metið hjá Jákup á Borg sum mest skorandi leikari í bestu føroysku fótbóltsdeildini nakrantíð, tá hann skoraði einsamalla málið í dystinum í 1-0 sigrinum hjá NSÍ móti Skála í dag.
Men tað at NSÍ áleyparin nú er mest skorandi leikari í bestu føroysku fótbóltsdeildini nakrantíð, hevur ikki fylt so nógv hjá Klæmint A. Olsen seinastu tíðina. Heldur gleðist Klæmint A. Olsen um, at hann nú aftur kom á máltalvuna eftir tríggjar dystir við málturki.
Hoyr samrøðuna við Klæmint A. Olsen við at trýsta á pílin undir myndini.